27 fólk doyðu, tá eitt hernaðarligt flutningsflogfar datt niður har suðuri í Kasakhstan í kvøld. Herleiðslan sigur, at 20 marknahermenn vóru í flogfarinum umframt manningina, sum talti sjey.
Myndugleikarnir siga, at flogfarið hvarv av radarnum um sekstíðina okkara tíð. Tá var tað einar 20 kilometrar frá býnum Shymkent, sum er tætt við markið við Uzbekistan.
Russiska tíðindastovan Interfax skrivar, at eftir øllum at døma vóru fleiri týðandi embætismenn hjá marknamyndugleikunum í flogfarinum.
Flogfarið var av russiska slagnum Antonov An-72.