27 doyðu av snarljósi í India

- Vit plaga ikki at hava slíkar stormar, áðrenn monsunin, og tað er óvanligt, at so mong liggja eftir á, sigur ein í tilbúgvingini í India.

 

 

Í minsta lagi 27 fólk doyðu, tá máttmikið snarjós sló niður í landslutinum, West Bengal í India mánadagin. Tíðindastovan NTB veit at siga, at seks øki í landslutinum vórðu rakt av illveðri, áðrenn monsunregnið herjaði.

 

Sagt verður frá ringum veðri og nógvum vindi á leiðini í dag.

 

- Flestu teirra, sum doyðu, vórðu rakt beinleiðis av snarljósinum, men boðað verður eisini frá deyðsføllum eftir, at tøk og trø fórust, sigur Mrinal Kanti Rano, sum starvast innan landsins tilbúgving.

 

Flestu, sum lótu lív, vóru bøndur og onnur, sum av tilvild vóru uttandura, tá illveðrið rakti økið. Herviligasta hendingin var, tá seks fólk, sum sótu uttan fyri eitt pumpuhús, vórðu rakt av snarljósi.

 

- Vit plaga ikki at hava slíkar stormar, áðrenn monsunin, og tað er óvanligt, at so mong liggja eftir á. Áður hava vit mist millum tvey og fimm fólk í slíkum hendingum, men hesaferð lógu fleiri eftir á, leggur Mrinal Kanti Rano aftrat.

 

NTB skrivar, at forsætisráðharrin, Narendra Modi, hevur lovað endurgjald á 200.000 rupee til avvarðandi og 50.000 rupee til øll, sum fingu skaða í hendingini. Vit kunnu leggja aftrat, at 200.000 rupee er stívliga 16.797 krónur í okkara peningi, og 50.000 rupee er slakar 4.200 krónur.

 

Sambært tíðindastovuni er boðað frá illveðri ymsastaðni í India teir næstu dagarnar.