Jólaaftan sprongdist ein stórur gasstangi í Johannesburg í Suðurafrika.
Í dag vátta heilsumyndugleikarnir í økinum, at 27 fólk lótu lív í ógvusligu spreingingini.
Tað var í forstaðnum Boksburg í Johannesburg, at spreingingin fór fram.
Tíðindastovan NTB veit at siga, at sjálvt ein hálvan kilometur úr økinum fingu fólk løstir.
- Harumframt oyðilegði gassspreingingin fleiri hús og bilar í økinum, verður lagt aftrat.