27 hava longu biðið um pláss í Vági

Tað er stórur áhugi hjá teimum eldru í Suðuroy at sleppa inn á nýggja ellis- og røktarheimið, sum nú stendur í gerð í Vági og sum verður tikið í nýtslu næsta ár.
Kirstin Strøm Bech, sum er forkvinna í stýrinum fyri ellis og røktarheimið, sigur, at longu nú hava 27 fólk søkt um at fáa pláss á heiminum.
Umsóknarbløðini til tey vórðu send í farnu viku.
Borgarstjórin í Vági sigur, at talan er um eldri fólk í Sumba, Vági, Porkeri og í Hovi og tey flestu av teimum eru farin um tey 80 ár.
Á nýggja heiminum í Vági er pláss fyri 24 búfólkum, so líkt er til, at tað verður yvirteknað beinanvegin.
Hon tekur hetta sum tekin um, at sera stórur tørvur er fyri at sleppa inn á heimið, tí allar hesar umsóknirnar eru komnar inn, longu áðrenn tey hava lýst við, at tað er klárt at søkja um pláss.
- Hetta eru helst fólk, sum vilja vera í góðari tíð fyri at tryggja sær pláss á heimum, sigur Kirstin Strøm Bech.
Annars hevur stórur ivi verðið sáddur um, hvussu stórur tørvurin á ellis- og røkatheimsplássum er í Suðuroy yvirhøvur.
Rósa Samuelsen, landsstýriskvinna, hevur meiri enn einaferð upplýst fyri Løgtinginum, at í Suðuroy er bráðneyðugur tørvur á sjey ellis- og røktarheimsplássum.
Men hesum vísti Anna Djurhuus, leiðari á Suðuroyar Ellis- og Røktarheimi aftur