27 pinkubørn deyð á sjúkrahúsi

Teir seinastu fjúrtan dagarnar eru 27 pinkubørn deyð á einum turkiskum sjúkrahúsi

Heisumálaráðið i Turkalandi hevur sett eina nevnd at kanna, hvussu tað ber til, at 27 pinkubørn eru deyð á einum sjúkrahúsi í høvuðsstaðnum Ankara teir seinastu fjúrtan dagarnar.

Sjúkrahúsið, sum eitur Zekai Tahir Burak, hevur eina av teimum størstu føðideildinunum í býnum.

Leiðslan á sjúkrahúsinum hevur sagt, at tey flestu børnini, sum doyðu, vóru fødd ov tíðliga, og at tey doyðu av ymsum orsøkum. Hinvegin hevur leiðslan avsannað øll tíðindi um, at børnini vóru vorðin sjúk orsakað av teimum vánaligu umstøðunum á sjúkrahúsinum.

Fakfelagið hjá starvsfólkunum á Zakai Tahir Burak-sjúkrahúsinum sigur harafturímóti, at pinkubørnini doyðu orsakað av skrivari viðgerð og vantandi reinføri á føðideildini.