27 prosent fleiri el-bilar

Talið av el-bilum á føroysku vegunum kvinkar uppeftir – tó at talið framvegis liggur væl undir einum prosenti av akførunum í Føroyum.

Tað vísa hagtøl frá Akstovuni.

Tann 1. janaur í ár vóru 208 eldrivin akfør í Føroyum. 1. august var hetta talið hækkað til 265. Tað er ein vøkstur upp á 27 prosent upp á sjey mánaðir.

Av teimum 208 el-bilunum, sum vóru í Føroyum á nýggjárinum vóru 175 teirra persónbliar. Tað talið vaks ársins fyrstu sjey mánaðir til 226, sum er ein vøkstur upp á 51 bilar ella 29 prosent.

Hóast nógvir bilar verða seldir, so veksur bilatalið ikki við somu ferð, tí bilar verða eisini javnan burturbeindir. Tilsamans eru sambært tølunum frá 1. august 39.758 akfør í Føroyum. Tað eru 853 fleiri enn á nýggjárinum, tá talið var 38.905 akfør. Tað svara til ein vøkstur upp á tvey prosent. Eisini talið av persónbilum, bensin- og dieseldrivinir, er økt við tveimum prosentum.

So hóast tølini eru smá, so veksur talið av el-bilum næstan 15 ferðir so skjótt, sum talið av bensin- og dieselbilum á førosku vegunum, tó at tað enn er sera langt á mál, tí enn eru bara 0,67 prosent av akførunum á føroysku vegunum drivin við elmegi.