270 atgongumerki eftir til Andorra-dystin

Fólk hava enn møguleikan at tryggja sær atgongumerki til týdningarmesta landsdystin í ár

Klokkan 17 í morgin er týdningarmesti landsdysturin í ár, helst í nøkur ár.

 

Tá tekur føroyska A-landsliðið ímóti Andorra í einum HM-undankappingardysti. Um tað eydnast Føroyum at knógva Andorra, so kemur føroyska liðið uppá átta stig í HM-undankappingarbólki B, sum hevði verið søgulig úrtøka í einari undankapping.

 

Týdningarmikið er, at føroysku landsliðsspælararnir verða væl stuðlaðir undir dystinum, og enn er møguleiki at tryggja sær atgongumerki.

 

Tá vit á in.fo høvdu samband við umsitingina hjá FSF fyri løtu síðani vóru enn 270 atgongumerki eftir, sum fólk kunnu bíleggja á heimasíðuni hjá FSF.

 

Rás2 sigur frá dystinum. Upptaktssendingin byrjar klokkan 14.