270 nýggir tilburðir í Grønlandi

Nú eru fýra fólk innløgd á grønlendskum sjúkrahúsum, harav ein sjúklingur í løtuni liggur á intensivari deild.

Seinasta samdøgur eru 270 nýggir koronu-tilburðir staðfestir í Grønlandi, harav slakir 200 tilburðir eru staðfestir í grønlendska høvuðsstaðnum, Nuuk.

 

Talið av innløgdum í Grønlandi er nú fýra, harav tvey eru innløgd í Nuuk, ein í Ilulissat og ein í Sisimiut. Tann eini sjúklingurin í Nuuk liggur á intensivari deild.

 

Smitta er nú víða um í Grønlandi, og millum býir og bygdir, sum seinasta samdøgur hava fingið staðfest nýggj smittutøl, eru: Nuuk (197), Ilulissat (35), Maniitsoq (14), Thule Air Base (10) og Sisimiut (7).

 

- Smittan spjaðir seg skjótt, og nú eru fleiri og fleiri býir raktir. Tískil verður heitt á fólk um ikki at savnast í størri tali, hvørki úti ella heima, siga tey í landslæknaembætinum í Grønlandi.