Rúni Joensen, sum er hálvur kollfirðingur og hálvur vestmenningur, býr á Signabø og arbeiðir hjá 62 N Travel.
Nú EM-finalan í hondbólti verður seinnapartin sunnudagin, fara hann og 27 onnur í einum ferðalagi, sum 62 N Travel skipar fyri, niður til Danmarkar at uppliva finaluna.
- Vit eru 28 tilsamans, og eg keypti mítt atgongumerki longu seinast í august í fjør. Nú vit fara til Danmarkar hósdagin, eru vit 28 í ferðalagnum, sum kemur heim aftur mánadagin.
Hann sigur, at um fólk eru við í ferðalagnum, sum kanska hava hug at síggja aðra av semifinalunum, sum verða fríggjadagin, er hetta nakað, sum hvør einstakur finnur út av.
- Vit eru felags um at fara til hondbóltsfinaluna, har pláss er í Jydske Bank Boxen fyri umleið 15.000 áskoðarum.
Rúni Joensen sigur, at ferðalagið kemur at sita aftan fyri annað av málunum, og hetta eru tí ikki tey allar bestu plássini.
- Men, vit eru sera spent upp á finaluna og upplivilsið, sum stundar til, leggur hann aftat.
Frakland og Danmark
Rúni Joensen væntar, at hondbóltsfinalan verður millum Frakland og Danmark, og hann heldur, at Frakland - um so verður - er ein ávísur favorittur at vinna finaluna.
- Men, vit vænta eina ógvuliga spennandi finalu, har alt er opið um, hvør fer at gerast EM-vinnari.
Hann vísir á, at enn er sjálvsagt ikki vist, at finalan kemur at standa millum Frakland og Danmark, men hetta er hansara favorit-finala, sum hann tekur til.
- Jú, hetta verður ógvuliga spennandi, og eg gleði meg rættiliga nógv. Hetta verður í øllum førum ein stór uppliving. Tað eri eg onga løtu í iva um, sigur royndi hondbóltsspælarin á Signabø.
EM-hondbóltsfinalan verður sunnudagin hin 26. januar klokkan 17.30 lokala tíð.