28 fólk eru deyð í einum ukrainskum álopi á býin, Lysytsjansk, har suðuri í Ukraina. Hetta er ein býur, sum russar hava hertikið frá ukrainum.
Tað eru russiskir myndugleikar, sum siga frá álopinum, men tíðindini eru ikki váttað av óheftum keldum.
Í fyrstani upplýstu russar, at 15 fólk høvdu latið lív í álopinum seinnapartin í gjár, men í dag siga russiskir myndugleikar, at 28 fólk lótu lív, harímillum eitt barn.
Lagt varð aftrat, at eini 40 fólk framvegis eru í leivdunum av knústa bygninginum.
Russiskir myndugleikar siga, at bygningurin varð raktur av einari amerikanskari Himars-rakett.
Tíðindastovan Reuters sigur seg hava skjalprógvað, at bygningurin liggur í Moskovska-gøtuni í Lysytsjansk, og at her eisini var ein matstova.
Hinvegin sigur Reuters seg ikki kunna prógva, at hendingin fór fram seinnapartin í gjár, og ukrainskir myndugleikar hava ikki gjørt viðmerkingar til álopið.