281 pør av skóm í SMS

202 menn og 79 kvinnur, har av 100 vóru børn og ung undir 18 ár. Tað eru tey, sum farin eru í ferðsluni í Føroyum, sum fyrsta ferðsluvanlukkan kravdi mannalív tann 2. september í 1928.

202 menn og 79 kvinnur, har av 100 vóru børn og ung undir 18 ár. Tað eru tey, sum farin eru í ferðsluni í Føroyum, sum fyrsta ferðsluvanlukkan kravdi mannalív tann 2. september í 1928.

 

Í gjár vóru 200 blómur lagdar á støð kring landið, har fólk eru farin í ferðsluni. Hetta var í samandi við minningardagin fyri tey, sum farin eru í ferðsluni, sum hevur verið hildin síðani 2000. Hesaferð var gjørtt eitt sindur meira burturúr, og í SMS hevði Ferðslutrygd saman við Tryggignarfelagnum Føroyar eina sermerkta og hugtakandi framsýning. Á torginum vórðu sett 281 pør av ymsum skóm at minnast tey 281, sum farin eru í ferðsluni hesi 86 árini, ferðsluvanlukkur í Føroyum hava kostað mannalív.

 

Síðani seinasta minningardag eru níggju fólk farin í ferðsluni, ein kvinna og átta menn.

 

Hóast alt er ov nógv, tá fólk doyggja í ferðsluvanlukku, so er talið níggju sera høgt sammett við okkara grannalond – og sammet við talið seinastu árini í Føroyum.

 

Les eisini: Tað skal bara ein váttligur túrur til

 

Ferðslutrygd sigur í síni áheitan, at tú kanst geva títt íkast, so talið 281 ikki veksur:

 

• Halt hámarksferðina

 

• Nýt trygdarbelti

 

• Drek ikki rúsdrekka, tá tú skalt koyra

 

• Hugsavna teg um at koyra, tá tú situr handan róðrið