29 børn vórðu koppsett leygardagin

- Møguleiki verður aftur at koppseta børn á Tjaldurs Apoteki mikukvøldið, sigur landsapotekarin, Hjalti Gunnarstein.

Leygardagin varð fyrstu ferð møguleiki í Føroyum at koppseta børn, sum eru 5 og 11 ár, móti koronu. 

 

Koppsetingin fór fram á Tjaldurs Apoteki í Havn, og tað vóru fólk hjá Sjúkrahúsverkinum sum prikaðu.

 

Hjalti Gunnarstein, landsapotekari, sigur, at hesaferð varð latið upp fyri 30 koppsetingum.

 

- Fólk høvdu høvi at tekna børnini til koppseting fríggjakvøld og leygarmorgun, og øll plássini vórðu umbiðin.

 

Hann sigur, at eitt avboð kom, og annars vórðu 29 børn koppsett leygardagin.

 

Landsapotekarin vísir á, at mikukvøldið verður aftur høvi at lata børn koppseta á Tjaldurs Apoteki.

 

- Hesaferð verður latið upp fyri 60 koppsetingum, og ætlanin er eisini at lata upp fyri 60 koppsetingum leygardagin komandi.

 

Hjalti Gunnarstein sigur, at koppsetingin av børnum fyrst verður roynd á Tjaldurs Apoteki, og tíðir til koppseting verða bjóðaðar út á korona.fo

 

Tað eru umleið 5000 børn í Føroyum í aldrinum 5 til 11 ár.