Í minsta lagi 29 fólk doyðu, tá ein bussur við 41 fólkum í fór út av einum smølum vegi í Nepal í morgun. Vanlukkan hendi har vesturi í landinum, og tíðindastovurnar skriva, at bussurin steðgaði ikki aftur fyrr enn einar 600 metrar niðan fyri vegin.
-29 ferðafólk hava latið lív. 12 fólk hava fingið stóran skaða og eru flutt á sjúkrahús, sigur ein lokalur embætismaður í Doti-landspartinum, har vanlukkan var. Hann sigur, at myndugleikarnir duga ikki at siga, hví vanlukkan hendi, men at tað var nógvur mjørki har á leiðini í mogun.
Vegirnir í Nepal eru yvirhøvur vánaligir, og eftirlitið við bilum og bussum er eisini vánaligt, og tí eru ofta vanlukkur í ferðsluni. Seinasta summar doyðu 39 pílagrímar, tá ein bussur endaði í einum vatni. 10 sluppu við lívinum.