29 ára gomul læt lív í Derry í nátt

- Yvirgangsfólkini, sum standa aftan fyri hetta, mugu beinast burtur úr gøtunum, sigur varaborgarstjórin.

 

 

 

Um midnáttarleitið í nátt vórðu løgreglubilar álopnir við brandbumbum og ymiskum lutum í Creggan-økinum í norðurírska býnum, Derry. Sambært BBC vórðu fleiri skot latin av, og ein 29 ára gomul kvinna læt lív.  

Filmsbrot vísa, at løgreglan verður álopin við ymiskum lutum, og nøkur álopsfólk eru í maskum. Løgregluleiðarin í økinum, Mark Hamilton, skrivar á Tvitter, at ein 29 ára gomul kvinna er deyð av skotum.

- Vit síggja hetta sum eina yvirgangsatsókn og hava sett kanning í verk, leggur løgregluleiðarin aftrat.

Sambært BBC er ógreitt, hvat liggur aftan fyri ófriðin í nátt, men hendingarnar fara fram bert fáar dagar, áðrenn republikanarar í økinum hava boðað frá einari ólógligari kravgongu mánadagin.

Hinvegin hava myndugleikarnir í Norðurírlandi ikki alment boðað frá, hvør stendur aftan fyri ófriðin. Sagt hevur eisini verið, at ófriðurin byrjaði eftir, at løgreglan framdi húsarannsóknir móti fleiri privatum heimum í Mulroy Park og Galliagh-økinum.

Varaborgmeistarin í Derry, Gary Middleton, hevur fordømt hendingarnar í býnum síðstu nátt og rópar hesar ótespiligar valdsgerðir. Hann sigur, at yvirgangsfólkini, sum standa aftan fyri, mugu beinast burtur úr gøtunum.

Norðurírska løgreglan sigur nú á tíðindafundi, at tey meta Nýggja IRA, sum tey rópa yvirgangsfólkini, standa aftan fyri hendingarnar. Tað vísa kanningarnar, sum løgreglan higartil hevur gjørt. 

Løgregluleiðarin, Mark Hamilton, segði, at ein persónur læt fleiri skot av móti løgregluni umleið klokkan 23 í gjárkvøldið og at kvinnan, sum var journalistur, tá varð rakt. Hon varð flutt á sjúkrahús, men tíverri eydnaðist tað ikki at bjarga henni.