Á síni heimasíðu í dag boðar Sjóvar kommuna frá, at lutakast verður í annaðkvøld klokkan 19 millum tey, sum hava skrivað seg upp til grundstykki á Fríðufløtum og við Hálsatjørn.
Lutakastið verður alment og fer fram á kommunuskrivstovuni.
Drigið fer at verða um raðfylgjuna fyri at velja sær grundstykki og øll, sum innan 1. juli í ár hava skrivað seg á listan og hava goldið depositum, verða við í lutakastinum.
Artur Johansen, borgarstjóri í Sjóvar kommunu, sigur, at kommunan hesaferð hevur álagt teimum, sum hava skrivað seg upp til grundstykki, eitt gjald - eitt depositum á kr. 30.000 - fyri at verða við í lutakastinum.
- Tá vit fyri 10 árum síðan loddaðu áhugan fyri at byggja í Sjóvar kommunu, skrivaðu eini 100 fólk seg á listan, men tá samanumkom vórðu eini seks sethús bygd árini eftir.
Borgarstjórin vísir á, at kommunan hesaferð ynskir meira seriøsar fyrispurningar, og tí er eitt gjald á kr. 30.000 krónur lagt á fyri at verða við í lutakastinum um raðfylgjuna at velja sær grundstykki.
- Tað eru 29 fólk, sum hava skrivað seg upp og hava goldið hetta depositum, og hetta er á leið tað, sum vit frammanundan roknaðu við, sigur hann.
Artur Johansen sigur, at enn eru eingi grundstykki klár á Fríðufløtum og við Hálsatjørn, men hann vónar, at Sjóvar kommuna kann byrja at selja hesi í 2018.
- Tey, sum hava skrivað seg upp og hava goldið depositum, eru í fyrsta lagi fólk ella pør, har í minsta lagi annar hevur tilknýti til kommununa.
Borgarstjórin fegnast um, at fólk, sum í sínari tíð fluttu burtur í eitt nú lestrarørindum, nú hava hug at venda heimaftur.
- Men, tað eru eisini nøkur, ið hava skrivað seg upp, sum ikki hava tilknýti til kommuna frammanundan, sigur Artur Johansen, borgarstjóri í Sjóvar kommunu.