Tað var Ingi Gunnarsson í Hoyvík sum fyri 22 árum síðani av sínum eintingum tók stig til minningardag teirra deyðu í Ferðsluni. Hann samskipar enn tiltakið saman við sjálvbodnum

290 fólk deyð í ferðsluni í Føroyum síðani 1928

Í morgin er minningardagur teirra deyðu í ferðsluni í Føroyum

Tað var Ingi Gunnarsson í Hoyvík sum fyri 22 árum síðani av sínum eintingum tók stig til minningardag teirra deyðu í Ferðsluni. Hann samskipar enn tiltakið saman við sjálvbodnum

Fyrsta ferðsluvanlukka í Før­oyum, sum kravdi manna­­­lív, hendi á Varm­a­keld­u­­eiði í Eysturoy tann 2. sep­­tember í 1928, tá Clem­ent Weihe, vanliga nevndur Kemme, doyði.

 

Síðani tá eru 289 onnur fólk deyð – ella tilsamans 290 fólk. Tað svarar til fólk­a­tal­ið í bygdum sum Froða, Hval­vík ella Kaldbak, Ritu­vík ella Streymnesi.

 

Ferðslutrygd skriv­ar í sambandi við minn­ing­ar­dag­in í morgin, at eftir fleiri ár við søg­u­liga lágum deyðstølum í ferð­sl­uni, harav tvey ár við ong­ari deyðsvanlukku, var ein deyðsvanlukka á før­oysku vegunum í 2021.

 

Í desember doyði ein 12 ára gom­ul genta í syrgiligari van­lukku á landsvegnum við Norð­skála. Einhvør deyðs­van­lukka í ferðsluni er van­lukk­u­lig. Serliga ringt er tað, tá børn eru part­ur av vanlukkuni.

 

Tað var Ingi Gunn­ars­son í Hoy­vík, sum fyrstu ferð í 2000 tók stig til at leggja út blómutyssi fyri á still­­føran hátt at minnast tey, ið lótu lív á føroysku veg­uønum. Hann sam­skipar fram­hald­andi til­tak­ið í samstarvi við sjálv­bodna ar­beiðs­megi.

 

Tað var Ingi Gunnarsson í Hoyvík sum fyri 22 árum síðani av sínum eintingum tók stig til minningardag teirra deyðu í Ferðsluni. Hann samskipar enn tiltakið saman við sjálvbodnum