Næstan tvær vikur eftir herviligu ódnina, ið rakti tað mesta av landinum, hevur Tryggingarfelagið Føroyar gjørt ta uppgerð, at slakir 3.000 skaðar hendu, sum kosta út við 40 milliónir krónur.
Tað skrivar Tryggingarfelagið Føroyar á síni heimasíðu. Tryggingarfelagið var tó væl fyrireikað, áðrenn ódnin byrjaði at leika í. Starvsfólk vóru kunnað frammanundan um støðuna, ið kundi standast av ódnini. Eyka starvsfólk vóru innkallað, og var fyritøkan klár morgunin eftir stormin, tá ið tær mongu skaðafráboðanir byrjaðu at streyma inn.
Tá ið harðast stóð á vóru tríggir skaðar meldaðir inn um minuttin. Hóast hetta, vóru 10% av skaðum fult avgreidd eftir einans tveimum døgum, skrivar tryggingarfelagið.
Heðin D. Poulsen, leiðari á Skaðadeildini, fegnast um avrikið hjá sínum starvsfólkum, men eisini um teir mongu skaðaraktu kundarnar, ið hava víst stórt tol- og skynsemi, tá ið næstan 3.000 skaðar skulu viðgerast samstundis.
Sonne Mikkelsen, leiðari á Skaðatænastuni, sigur, at sýnsmenninir hjá Tryggingarfelagnum Føroyum hava havt úr at gjørt síðstu vikuna. Sonne Mikkelsen vísir á, at kundarnir hava verið sera samarbeiðssinnaðir. Teir hava eisini víst stórt tolni, tá ið sýnsmenn í summum førum hava verið noyddir at tikið álvarsligar skaðar framum aðrar skaðar, ið ikki hava havt sama skund. Hóast allir sýnsmenninir hjá felagnum framvegis eru úti og sýna stormskaðar, so metir Sonne Mikkelsen, at teir rímiliga skjótt koma undir land.
Skaðarnir hava rakt alt landið. Men tað er serliga Suðuroyggin, Klaksvíkin, Skúvoyggin og útsýningssíðan av Streymoynni, ið eru harðast rakt, um vit hyggja at skaðatalinum í mun til samlaða talið av tryggingum hjá kundum í Tryggingarfelagnum Føroyum. Heili 81% av skaðunum vóru skaðar á bygningar.
Talið av skaðum hevði uttan iva verið munandi størri um tær sjálvbodnu hetjurnar ikki høvdu traðka til herviligu náttina. Hesar hetjur eru lokalu bjargingarfeløgini, sløkkiliðini og tey mongu sjálvbodnu. Tryggingarfelagið Føroyar er sjálvandi ómetaliga takksamt fyri tað megnar arbeiði hesi hava staðið fyri og framvegis standa fyri, skrivar Tryggingarfelagið Føroyar, sum framvegis fær skaðafráboðarnir, og hóast arbeitt verður av øllum alvi við at sýna, viðgera og avgreiða skaðar, varir tað nokk eitt sindur enn, áðrenn allar skaðafráboðanirnar eru endaliga avgreiddar.