Í seks vikur vistu eini hjún á Norðursælandi als ikki av, at tey vóru ein av fýra lotto-vinnarum
Tá lotto-tølini vórðu drigin 9. mai, vóru fýra seðlar, sum vunnu 3.750.000 krónur hvør.
Tríggir vinnarar vendu sær alt fyri eitt til Danske Spil, men ikki fyrr enn nú er fjórði vinnarin komin undan kavi.
Talan var um eini hjún á Norðursælandi, sum als ikki vistu av, at tey høvdu vunnið.
- Eg hevði lagt kvittanirnar í handskarúmið í bilinum. Eg sá tær aftur ein dagin, tá eg skuldi keypa inn, og so helt eg, at eg líka skuldi kanna eftir, um tær høvdu vunnið, sigur kvinnan, sum ikki vil hava sítt navn fram í miðlunum, við Danske Spil.
Hon upplýsir tó, at hon og maðurin eru í 30?unum og hava tvey børn.