Chelsea-spælarin, Didier Drogba fær tríggjar daga leikbann fyri at tveita myntir eftir Burnley-viðhaldsfólkum. Hetta kunngjørdi enska fótbóltssambandið, FA nú seinnapartin.
Didier Drogba verður leikbannaður í heimadystunum hjá Chelsea ímóti Newcastle og Arsenal, og í útidystinum ímóti Bolton.
Drogba kann spæla við Chelsea aftur tann 14. desember, tá Chelsea tekur ímóti West Ham á Stamford Bridge.