1. november í fjør var tað ein stór sensasjón tá Saarbrücken úr triðbestu týsku fótbóltsdeildini koppaði fótbóltsrisanum, Bayern München í øðrum høvuðsumfarinum í týsku steypakappingini. Saarbrücken vann tá 2-1 á Bayern München.
6. desember endurtók Saarbrücken bragdið í áttandapartsfinaluni í steypakappingini móti einum øðrum liði úr bundesliguni, Eintracht Frankfurt. Saarbrücken vann tá 2-0 á Eintracht Frankfurt.
Týskvøldið endurtók Saarbrücken bragdið í fjórðingsfinaluni móti bundesliga-liðnum, Gladbach.
Gladbach legði seg á odda 1-0 tá bert átta minuttir vóru leiktir við máli Robin Hack skoraði. Men bert tríggjar minuttir seinni javnaði Amine Naifi, ið er útleigaður frá felagnum, Differdange í Luksemborg til 1-1.
Stóra hetjan hjá Saarbrücken gjørdist Kai Brunker, ið tríggjar minuttir inni í tíðini dómarin hevði lagt aftrat skoraði sigursmálið til 2-1.
Saarbrücken liggur á einum níggjunda plássi í triðbestu týsku deildini við 43 stigum, og teir eru 11 stig frá einum uppflytingarplássi.
Í hálvfinaluni á heimavølli, týskvøldið 2. apríl skal Saarbrücken spæla móti Kaiserslautern, sum spælir í næstbestu deildini. Í hinari hálvfinaluni møtast greiða oddaliðið í bundesliguni, Bayer Leverkusen og Fortuna Düsseldorf úr næstbestu deildini. Bayer Leverkusen er risastórur favorittur at vinna sína hálvfinalu, meðan oddsini hjá veddingarfyritøkunum eru næstan jøvn millum Saarbrücken og Kaiserslautern.
HER ber til at síggja flotta sigursmálið hjá Saarbrücken í fjórðingsfinaluni. Tað er rørandi at síggja tað ektaðu gleðina hjá Saarbrücken-leikarunum og viðhaldsfólkum teirra:
##med2##