3. FM-finalurnar beinleiðis á FM1 frá klokkan 17 í dag

H71-Neistin, SMS byrjar klokkan 17 og H71-KÍF, Burn byrjar klokkan 19.30

Seinni í dag kunnu bæði kvinnuliðið og mansliðið hjá H71 vinna FM-gull í bestu hondbóltsdeildunum.

 

Bæði liðini hjá H71 eru á odda 2-0 í finaluuppgerðunum har spælt verður best av fimm dystum.

 

Báðar 3. FM-finalurnar vera spældar í Hoyvíkshøllini.

 

Klokkan 17 spæla SMS-liðini hjá H71 og Neistanum, og klokkan 19.30 spæla Burn-liðini hjá H71 og KÍF.

 

FM1 sigur beinleiðis frá báðum FM-finalunum.

 

Øll kunnu hoyra FM1 á www.fm1.fo