3 ára gamal doyði undir traktori

Kanska hevur tað ikki stórt tíðindavirði í Føroyum, at ein trý ára gamal smádrongur nær Arendal í Noregi í kvøld doyði av løstum, hann fekk, tá hann endaði undir einum traktori.

Í øllum føri kann ein slíkur greinastubbi minna okkum á, at traktorur er ikki leikutoy hjá børnum, ei heldur hjá vaksnum saman við børnum.

- Barnið er dottið av traktorinum og er kroyst undir akfarinum, sigur átaksleiðarin, Frank Solås, við TV2.

Tá bjargingarfólk komu á staðið, hevði smádrongurin hjartasteðg, og lívbjargararnir góvu honum fyrstuhjálp.

- Tíverri vóru skaðarnir so mikið stórir, at drongurin ikki kundi bjargast. Royndin at bjarga smádreinginum varð steðgað, meðan familja hjá honum hjálparleys var hjástødd.

Tað skrivar Agderposten í kvøld.

Løgreglan váttar, at smádrongurin doyði um 19.15-tíðina í kvøld.

Vanlukkan verður kannað og soleiðis, sum Agderposten skilir, var tað ein í familjuni hjá tí trý ára gamla, sum koyrdi traktorin, tá vanlukkan hendi.

Myndin, sum er viðheft hesum greinastubba, hevur einki við hendingina í kvøld at gera.