3. umfar í Grand Prix var í gjárkvøldið

Í gjárkvøldið var 3. umfar í Grand Prix fyri børn og ung á Svangaskarið. Líkindini vóru av teimum allarbestu, tað sást eisini aftur í luttøkuni, tað vóru tilsamans 78 luttakarar.

Kappast varð í somu greinum sum í teimum undanfarnu umførunum, og tær vóru spurtteini, miðteini, kúlustoyti og longdarlopi.

Aftaná kappingina vóru heiðursmerkir handaði til nr. 1, 2 og 3, sum vóru funnin, við at hyggja eftir øllum trimum kappingunum.

Eisini vóru ognarsteyp latin til ávikavíst besta einstaka úrslit hjá gentum og dreingjum. Hjá gentum var tað tann kendi rennarin Bjørk Herup Olsen úr Bragdinum, sum vann steypið. Hjá dreingjum varð tað tann 10-ára gamli Tóri Nielsen úr Frælsinum, sum vann steypið, Tóri megnaði í kúlustoyti, at stoyta kúluna 8,34 m.