Tað er ikki smávegis, sum gjørt kann vera burtur úr veðraballi í Sandoynni. Í onkrari familju gera tey soleiðis, at flett verður hjá einum húski í senn. Tá savnast allar góðar kreftir í familjuni at taka sær av flettingini.
Tá liðugt er at fletta, og krovini eru komin upp at hanga, verður bjóðað til búgvið borð, har húsmóðirin hevur stákast í dagar við mati av øllum handa slag, bæði heitum og køldum rættum, salatum, kjøti, pylsum og øllum hugsandi.
Soleiðis var eisini á Sandi hjá Thomasi og Sannu Petersen í gjár, har familjan varð savnað, og veðrar vórðu flettir. Eftir at alt var komið upp at hanga, bjóðaði húsmóðurin, sum fyrr um dagin hevði bjóðað til pannukøkur, nú til borðs, og tað var ikki hissini, hon hevði gjørt burtur úr.
Við fyrsta borð, sum viðhefta mynd vísir, sótu umleið 22 fólk, og tá hesi høvdu fingið mettuna og høvdu sitið eina góða løtu og prátað og reypað um seyð og góðar veðrar, fóru tey næstu til borð. Øll, sum komin vóru á gátt, fingu um góðan bita.
Størsti veturgamli veðrurin í gjárkvøldið vigaði akkurát 100 pund. Hann er undan ær, sum hevur røtur á Syðradali á Streymoynni. Í hjallinum hekk eisini eitt nýflett gimburlamb undan somu ær, sum vigaði heili 40 pund.
Tað merkir, at tá kvøldið kom, hingu tvey stór krov undan somu ær - eitt gimburlamb á 40 pund og so stóri veðrurin á 100 pund. So, hóast stóra ærin gjarna bara kemur við einum lambi, hingu í gjárkvøldið 140 pund av kjøti í hjallinum undan syðradalsærini.