Tíðindastovan Reuters sigur, at ísraelski herurin seinastu 24 tímarnar hevur dripið 30 fólk, ið herurin umrøður sum "hernaðarlig".
Hetta er hent í býnum, Khan Younis, har suðuri í Gazageiranum, og sambært Reuters eru tíðindini váttað av einum ísraelskum talsfólki.
Video-upptøkur í økinum vísa fólk, sum bera teppir, madrassur og aðrar persónligar ognarlutir, meðan tey flýggja burtur frá Nasser-sjúkrahúsinum í býnum.
CNN veit at siga, at sjúkrahúsið skelvir, og at tað er panikkur millum fólk.
Tað sigur ein amerikanskur lækni, Thaer Ahmad, sum tíðindastovan skifti orð við í telefonini, meðan hann var staddur við sjúkrahúsið.
Ísraelski herurin (IDF), sigur, at Hamas skeyt rakettir av takinum á Nasser-sjúkrahúsinum eftir ísraelskum herdeildum fyrr í hesi vikuni.
Tað skrivar ísraelski miðilin, Times of Israel.