30 fólk fingu løstir tá eldur kom í parísarhjól

Tað er ikki greitt, hví eldur kom í, men sambært ávísini Bild, sum hevur skift orð við løgregluna, kom eldur fyrst í ein vogn og síðan í ein vogn aftrat.

Klokkan 21.13 í kvøld byrjaði tað at brenna í einum parísarhjóli á týska festivalinum, Highfield Festival, nærindis býnum, Leipzig.

 

Sambært ávísini Bild hava 30 fólk fingið løstir í hendingini, harav tvey fólk eftir øllum at døma hava fingið álvarsligan skaða. 

 

Sagt verður, at fýra av teimum, sum hava fingið skaða, eru løgreglufólk.

 

- Í flestu førum er talan tó um smærri skaðar, veit týska ávísin at siga. Einki verður sagt um, at nakar hevur latið lív.

 

Tað er ikki greitt, hví eldur kom í, men sambært Bild, sum hevur skift orð við løgregluna á staðnum, kom eldur fyrst í ein vogn og síðan í ein vogn aftrat.

 

Blaðið veit at siga, at eldurin í parísarhjólinum er sløktur.

 

##med2##

 

Hetta er fimtanda árið, at Highfield Festivalurin verður hildin, og luttakaratalið liggur um 30.000.

 

Týski rapparin, Ski Aggu, var á pallinum, tá eldurin kyknaði. Bild veit at siga, at rapparin sá eldin og peikaði á parísarhjólið av pallinum.