Í vikuni skrivaðu Jákup Martin Kjeld og Tórbjørn Jacobsen, ávikavíst fyri Sp/F Rókina og Runavíkar kommunu, undir sáttmála um at víðka kirkjugarðin í Elduvík.
Allan Norðgerð, sum starvast á teknisku deild hjá Runavíkar kommunu, hevur fyrireikað málið, og ætlandi verður kirkjugarðurin víðkaður norðureftir við 30 gravum.
Sáttmálin varð undirskrivaður í skúlanum í Elduvík, og Sp/F Rókin er nú farin undir arbeiðið.
- Kirkjugarður er ikki í Funningsfirði, og tí er kirkjugarðurin í Elduvík fevnandi fyri tær báðar bygdirnar, sum áður vóru saman í Elduvíkar kommunu.
Í Runavíkar kommunu vísa tey á, at Elduvíkar kommuna fyrst í hesi øldini gjørdist partur av stóru samanleggingini undir heitinum, Runavíkar kommuna.
##med2##