30 hval í Sandágerði

Ein lítil grind legði beinini í Sandágerði í gjárkvøldið. Kvart skinn varð í part

Um 8-tíðina í gjárkvøldið sóu nólsoyingar grind í fjørðinum suðuri móti Tjørnunesi. Einir fýra bátar vóru skjótt hjá grindini, men ikki fyrr enn bólkurin var komin inn móti Argjalandinum, høvdu menn rættiliga varnast, at grind var í fjørðinum.

Sera væl gekst at reka, og sjálvt drápið gekk eisini skjótt fyri seg. Longu hálvanannan tíma eftir, at menn komu til grindina, var alt yvirstaðið, og nólsoyarbátarnir komnir til húsa aftur.

Hóast havnarmenn vóru seinir, so náddu teir kortini at vera við í drápinum, og tá avtornaði var ikki so lítið av fólki í Sandágerði.

Jens Marius Poulsen, býarstjóri, upplýsti, at talan gjørdist um 30 hval, sum vóru merktir til 242 skinn. Býtt varð í 564 drápspartar, og tað gav kvart skinn til hvønn. Hartil fingu nakrir stovnar burturav, umframt vanligu partarnar til metingarmenn, sýslumannn, grindaformenn, skaðasýnismenn umframt sjálvandi finningarfiskin, sum í hesum førinum fór til Nólsoyar.

Seðlarnir komu út klokkan trý í nátt, og tíðliga í morgun var alt longu fingið til høldar. Hetta er fyrsta grindin í Sandágerði, síðani 14.september í fjør.