Umleið 30 fólk eru framvegis ikki komin afturíaftur, eftir at ein ferja og eitt tangaskip, sum norðmenn eiga, stoyttu saman úti fyri indonesisku strondini fyrr í vikuni.
Indonesisku myndugleikarnir siga, at átta fólk eru funnin deyð, og at umleið 200 fólk vórðu bjargað. Tað er ikki heilt greitt, hvussu mong vóru umborð á ferjuni "Bahuga Jaya", sum sakk stutt eftir samanstoytin við gasstangaskipið "Norgas Cathinka", sum norska reiðaríið I.M. Skaugen eigur.
Eingin umborð á tangaskipinum fekk skaða av hendingini, men skipið fekk nakað av skaða av stoytinum. Reiðaríið og myndugleikarnir í Indonesia royna nú at fáa staðfest, hví vanlukkan hendi, sigur NRK.