30 jarðberjaheintarar skotnir í Grikkalandi

Umleið 30 ferðandi arbeiðsfólk eru vorðin særd í einum skottilburði á einum jarðberjagarði í Grikkalandi, eftir at hava kravt løn, ið ikki var goldin.

Tað skrivar BBC.

Teir ferðandi arbeiðsmenninir - í høvuðsheitinum úr Bangladesh - vórðu skotnir av minst einum vakti í einari Pelolonnesiskari bygd har suðuri í Grikkalandi.

Fleiri arbeiðarar eru fluttir á sjúkrahús, og minst ein er í lívsvanda.

Eigarin av garðinum í Nea Manolada og ein formaður eru handtiknir.

Nea Manolada, sum liggur umleið 260 kilometrar vestan fyri Athen, er eitt øki, har túsundtals ferðandi arbeiðarar eru.

Umleið 200 arbeiðarar vórðu samlaðir fyri at krevja sína løn, tá í minsta lagi ein vaktur lat skot av, sigur BBC reportarin, Mark Lowen.

Politiovasti, Haralambos Sfetsos, sigur við AP tíðindastovuna, at arbeiðararnir høvdu »flutt seg hóttandi« móti formonnunum, tá skotini fullu.

Aftrat teimum báðum, sum longu eru handtiknir, er handtøkuboð útskrivað fyri tveir menn aftrat.

Nea Manolada hevur áður verið frammi í miðlunum eftir skuldsetingar um útnyttan av ferðandi arbeiðarum.

Í 2008 fóru arbeiðarar í verkfall orsakað av vánaligum umstøðum. Eisini hevur ljóðað um onnur álop.

Eitt átak í sosialum miðlum er framt fyri at boykotta frukt frá Nea Manolada, har hon verður kallað »blóð jarðber«.

Europeiska ráðið - fremsti vakthundur innan human viðurskifti í Europa - hevur latið úr hondum eina frágreiðing hesa vikuna, har peikað verður á misnýtslu av ferðandi arbeiðarum í Grikkalandi.

Frágreiðingin ávarar ímóti einari vaksandi bylgju av rasistiskum harðskapi og sigur, at »demokratiið er í vanda«. Hon varpaði serliga ljós á neo-Nazi Golden Dawn flokkin.