Tørvurin á grundstykkjum í Tórshavn er eyðsýndur. Bíðilistarnir eru langir, men nú ætlar býráðið at bøta eitt sindur um hetta. Samtykt er at seta hálva millión av til projerkering av 30 grundstykkjum í Djúpagili, Millum Gilja.
Útstykkingin liggur í náttúruvøkrum umhvørvi við áum og gilum, sum seinni blíva størri við Djúpagil. Ætlanin er, at avkoyring skal verða frá nýggja sambindingarvegnum til útstykkingina.
Útstykkingin skal halda fram við verandi útstykkingar fram við gilinum, niðan til nýggja sambindingarvegin og harvið eisini binda økini á báðum síðum av sambindingarvegnum meiri saman.
Pláss verður fyri 30 grundstykkjum til samans og møguleika fyri stovnsbygging eystanfyri. Hetta fer tó helst at krevja eina íbinding afturat í sambindingarvegin.
Sum nakað nýtt ætlar kommunan at gera grundøkini púra klár, tað vil siga at tey verða seld liðugt planerað. Stykkini verða 300 fermetrar við felags parkeringsøkjum, gøtusambondum og skipaðum fríøkjum.