30 pør á hjúnabandslegu

Havn: Seinasta vikuskiftið skipaði samkoman Filadelfia fyri skeiði ætlað hjúnum á Hotel Føroyum. Skeiðið varð skjótt fullteknað, tí 30 pør boðaðu frá luttøku.

Undirvísari á skeiðnum var norðmaðurin, Eivind Frøen, sum hevur verið í Føroyum fleiri ferðir, bæði sum prædikumaður, men eisini sum undirvísari.
- Í eini tíð, har fleiri og fleiri hjún velja at skiljast, er eitt slíkt skeið av stórum týdningi fyri at fyribyrgja hesi syrgiligu gongdini, verður sagt.
Á skeiðnum varð nortið við týdningin av samskiftinum millum mann og konu, og um tann ymiska tørvin, ið hesi bæði hava. Nortið varð eisini við, hvussu ymisk tey bæði eru av lyndi, bæði likamliga og sálarliga.
Sagt verður, at Eivind dugdi sera væl at greiða frá, og kom ofta við skemtiligum, men kortini beinraknum søgum um álvarsemið í einum hjúnarlagi.
Skeiðið varð lagt soleiðis til rættis at luttakararnir búðu á hotellinum, og varð hetta mett sum eitt stórt pluss fyri luttakararnar.