Útlendskir ferðamenn, sum koma til Noregs at veiða í sundum og á firðum, sleppa ikki at taka meiri enn 30 pund av fiski ella flaki við sær, tá teir fara heimaftur. Tað hevur Helga Pedersen, fiskimálaráðharri, gjørt av.
Galdandi reglur siga, at útlendingurin kann hava í mesta lagi 30 pund við sær, tá hann fer heimaftur, men ferðavinnan hevur lagt stórt trýst á ráðharran fyri at fáa hana at økja nøgdina. Ferðavinnan hevur víst á, at tað ger ikki mun, um útlendingarnir sleppa at taka meiri fisk heim við sær, og harafturat ferðast nógvir teirra langan veg fyri at sleppa at til Noregs at veiða.
Men Helga Pedersen heldur, at 30 pund er nóg mikið. Hon heldur tað ikki vera rætt, at ein útlendskur ferðamaður skal hava einar 60 døgurðar av fiskaflaki við sær heim aftur úr Noregi.
-Slíkur fiskiskapur er stuttlleiki og skal ikki gerast til eina lønandi vinnu, sigur ráðharrin við NTB.