30 ár á Reyni Service

Mikudagin vóru 30 ár liðin, síðani Signar Hammer hevði sín fyrsta starvsdag hjá Reyni Service.

Bilasølan skrivar á Facebookvanga sínum, at Signar Hammer øll árini hevur verið partur av goymslutoyminum, og seinni árini hevur hann verið leiðari á goymsluni.

- Flestu av viðskiftafólkum okkara kennast uttan iva við bæði navn og andlit hansara, skrivar bilasølan.

Ársúrsltið hjá bilasøluni P/F Reyni Service í fjør var 6 milliónir krónur, sambært Vinnuvitan.biz.

  

Bruttovinningur felagsins var góðar 27 milliónir krónur. Felagið rindaði góðar 19 milliónir krónur í lønum. Úrslitið áðrenn skatt var góðar 7,3 milliónir krónur.

 

Ársúrslitið hjá Reyni Service árið fyri – í 2015 – var á sama støði, beint undir 6 milliónir krónur. Eginpeningurin hjá Reyni Service er 40,5 milliónir krónur, og hjá Reyni Service starvaðust 53 fólk í fjør.

 

Stjóri í Reyni Service er Sámal av Reyni.