30 ár við Jens Lisberg

Leygardagin 27. apríl verður rimmarkonsert í Læraraskúlahøllini í Havn. Konsertin er við Jens Lisberg, og hon verður hildin í sambandi við, at tað eru 30 ár síðani hann fyrstu ferð stóð á palli

Konsert: Flest øll munnu kenna hann. Tvøramannin, Jens Lisberg, sum hevur sungið og undirhildið í mong, mong ár. Og í ár eru liðin 30 ár síðani hann framførdi fyrstu ferð.
Í hesum sambandi verður skipað fyri konsert í Læraraskúlahøllini tann 27. apríl. Á konsertini verða framførd løg av millum annað Jim Reeves, Patsy Cline og Charman.
Ikki verður Jens Lisberg einsamallur á pallinum hesuferð. Nei, við sær hevur hann nógvar góðar tónleikarar. Edvard Nyholm Debess fer at spæla bass, Ólavur Øster, gittar, Rógvi á Rógvu, trummur, Stamen Stanchev, synthzeisara, Kim Hansen, klaver og Petur Hermansen á steel-guitar.
Kórið manna Ruth Skarðenni, Randi Fjalsá og 13 ára gamla Kristel Jensdóttir, sum er dóttir Lisberg. Hon fer annars eisini at syngja løg hjá Patsy Cline og Whitney Houston.
Peningurin, ið kemur inn, fer til vælgerandi endamál. Millum annað verður peningur latin til eina kirkju í Bulgarien, sum føroyingar eru við til at byggja.
Konsertin er tann 27. apríl klokkan 20.00 og atgongumerki fáast í Kunningarstovuni í Havn frá mánadegnum til hósdagin á 103 krónur.