30 ára starvsdag á ellisheiminum

Elsa Dorrit á Lava varð hátíðarhildin í sambandi við morgunmatin á Ellisheiminum í morgun, nú hon hevur starvast á Ellisheiminum í 30 ár.

 

Starvsfólkini á Ellisheiminum eru serliga trúgv, og fleiri teirra, sum minnast, tá Elsa Dorrit á Lava byrjaði, eru framvegis í starvi á Ellisheiminum.

 

Sum siður er til tílíkar starvsdagar vitjaði borgarstjórin eisini við heilsu og gávu frá kommununi. Annika Olsen segði nøkur fá orð um Elsu Dorrit á Lava, hennara stillføra hátt at fáa alt frá hondini, og hennara trúfesti móti arbeiðsplássinum.

 

Starvsfelagarnir høvdu bara gott at bera henni, sum hevði alla familjuna á vitjan á Ellisheiminum í morgun.