Magni er 51 ára gamal og ættaður av Sandi. Hann lærdi til elektrikara hjá
P/F Leif Mohr. Eftir at hann varð útlærdur í 1974, arbeiddi hann sum
elektrikari eina tíð, til hann kom í starv hjá Føroya Tele í 1976.
Foreldrini hjá Magna eru: Poulina, f. Augustinussen, ættað úr Vági, og Hans Vilhelm Joensen (1927-2004), ættaður úr Hvalvík og vaks upp á Sandi. Magni eigur eina yngri systir, Sólgerð, (g. á Bakkanum), sum eisini býr í Havn.
Tá Magni byrjaði hjá Telefonverki Føroya Løgtings, var tað við
Tinghúsvegnum, og útgerðin var tann sama, ið varð sett upp, tá telefonin í
Havn varð automatiserað í 1953.
Magni hevur verið við í allari broytingini frá analogum skipanum til
talgildar skipanir. Hann trívsist væl í hesum starvi við nógvum nýggjum avbjóðingum, og nógv nýtt er á veg. Hann arbeiddi á Tinghúsegnum øll árini til Føroya Tele flutti í nýggja bygningin í Hoyvík.