Tað er ein long arbeiðstíð, ið ikki øll náða, hon hevur upplivað hvørt av sínum, og nógvar broytingar og sparingar hava verið, ikki man tað hava verið so lætt at umstilla seg hvørja fer.
Jonhild, sum í dag er 59 ára gomul, hevði sín fyrsta arbeiðsdag sum heimahjálpari 18. august 1974 í Hvalba.
Hon hevur luttikið á nógvum skeiðum og verið í nevndini hjá Heimahjálparafelaginum
Jonhild fór til uppskúling á Heilsuhjálparaskúlanum á Tvøroyri 58 ára gomul í 2002, og kláraði hon hetta gott. Hon hevði gott mót og kláraði skúlan fyrimyndarliga. Hon er so heilsuhjálpari í dag og arbeiðir á Eldra Sambýlinum í Hvalba.
Jonhild er gift við Fríðálvi Eysturberg, og eiga tey 4 døtur.