30 súkklarar verða við í stóru súkklukappinginin Statoil kring Føroyar, sum verður hildin frá 19. til 23. juli. Fyrireikararnir eru væl nøgdir við talið á luttakarum, sum er millum tað hægsta nakrantíð. Í 200 vóru flest luttakarar við í kappingini, tá vóru 30.
Millum favorittarnar í kappingini hesaferð er føroyski súkklarin Gunnar Dahl-Olsen, sum hevur fyrireikað seg væl til kappingina. Hann hevur verið í feriu uttanlands, men part av tíðini hevur hann brúkt til venjing, og hann er væl fyri til kappingina í næstu viku.
Talan er um eitt stórt tiltak, og eini 60 hjálparfólk eru við til at avgreiða tey ymsu umførini í kappingini. Súkklað verður ymsastaðni kring landið, og teinarnir eru ymiskir í longd.
Illgrunin um doping
Tour de France súkklukappingin í ár varð skakað av stórari dopinggølu, og umdømið hjá súkkluítróttinum er ikki tað besta í løtuni. Hetta er eisini nakað, sum føroyski súkklarar merkja.
- Tað er ikki bara stuttligt at vera súkklari í hesum døgum, tí fólk hava ein støðugan illgruna um, at allir súkkklarar eru dopaðir, men soleiðis er støðan als ikki, sigur súkklarin Sverri Mohr Edvinsson.
Statoil kring Føroyar súkklukappingin hevur einki serskilt dopingeftirlit, men Ítróttarsamband Føroya kann taka royndir til kappingina, og stórur partur av føroysku landsliðssúkklarunum eru kannaðir, og har eru eingi ólógilig evni at hóma.