Talan var enn eina ferð um flott avrik, tá føroysku súkklararnir vóru í síni seinastu kapping hósdagin. Hetta var einkultstarturin, og enn einaferð prógvaði Torkil Veyhe, at hann er í ferð við at menna seg til ein sera habilan súkklara í hesi sergreinini.
Torkil kom á mál bara 30 sekund uttan fyri heiðursmerkjarøðina, og gjørdist hann nummar átta av teimum 52, sum fullførdu teinin.
Hartil var um reppið, at føroyska liðið eisini vann heiðursmerki á einkultstartinum, men soleiðis skuldi tó ikki verða.
Men tómhentir fóru føroysku súkklararnir tó ikki heim. Eftir einkultstartin fingu teir handað silvurmerkini, sum teir vunnu fyri liðsúkklingina á landavegnum. Einn kæra um aðrar súkklarar kundi havt broytt hetta til gull, men hendan varð ikki gingin á møti.
Úrslitini í einkulstartinum
Nr Súkklari Tíð
8 Torkil Veyhe 54,46
12 Gunnar Dahl-Olsen 55,46
27 Bogi Kristiansen 57,39
39 Eli Christiansen 1.00,28
45 Sigmund Olsson 1.04,41