300 fólk vitjaðu á Havstovuni

Fólk í øllum aldri vitja Havstovuna. Hetta eru fólk úr vinnuni, pensionistafeløgum, miðnámsskúlum, fólkaskúlanum, barnagørðum og øðrum stovnum.

Umleið 300 fólk tilsamans hava í ár verið á kunningarvitjan á Havstovuni, og tað eru fólk í øllum aldri, sum koma á vitjan. Hetta eru fólk úr vinnuni, pensionistafeløgum, miðnámsskúlum, fólkaskúlanum, barnagørðum og øðrum stovnum. Eisini eru útlendskar vitjanir, eitt nú vinnufólk, vísindafólk og næmingar.

 

Flestu vitjanir eru frá fólkaskúlunum kring landið, av næmingum sum hava lívfrøði ella sjóvinnubreyt á tímatalvuni.

 

- Sum ein part av arbeiðsuppgávunum á Havstovuni, sum er ein av størstu granskingarstovnunum í Føroyum, er tað ikki meir enn náttúrligt, at stovnurin hevur slík tilboð, serliga til yngra ættaliðið, sum skal nema sær útbúgving seinni í lívinum.

 

Á Havstovuni siga tey, at á slíkari kunningarvitjan verður greitt frá, hvat stovnurin fast við, eitt nú verður greitt frá um yvirlitstrolingar, havfrøði, klima, fisk, fugl, hval og mangt annað.

 

- At vitjanirnar eru vælumtóktar sæst væl, tí lærarar koma aftur ár undan ári við nýggjum næmingum. Eitt av aðalmálunum hjá Havstovuni er, at vit skulu taka starvsnæmingar á hvørjum ári, og í ár hava tilsamans verið tríggir dreingir og ein genta í starvsvenjing á stovninum.

 

Havstovan hevur eina fasta skipan til næmingin. Næmingurin er á hvørjari deild í minst tveir dagar, so hann kann fáa innlit í, hvat arbeiði er á slíkum stovni. Seinasta dagin fær næmingurin eitt spurnarblað, har hann skal svara spuningum um ymisk økir, hann hevur arbeitt við, eitt nú okkurt lívfrøðiligt um fisk, havumhvørvið og annað.

 

- Eisini eru tað starvsnæmingar, ið vilja sleppa við havrannsóknarskipinum Magnus Heinason, ið hoyrir til stovnin. Starvsnæmingar, ið sleppa við Magnusi Heinasyni, eru við í øllum dekksarbeiði, sum er á slíkum skipi, siga tey á Havstovuni.