Í heyst fer Fólkaheilsuráðið undir eina umfatandi kanning við tí endamáli at kanna, hvussu føroyingar hava tað.
Ein kanning av hesum slagi varð eisini gjørd fyri sjey árum síðani, í 2007 og nú verður hon endurtikin, sigur Pál Weyhe, formaður í Fólkaheilsuráðnum.
Men ætlanin er eisini at skipa kanningina soleiðis, at hon kann samanberast við sama slag kanningar uttanlands.
Í hesum sambandi fara 3000 tilvildarliga valdir føroyingar yvir 18 ár, at fáa eitt spurnarblað í heyst við ymsum spurningum um, hvussu tey hava tað.
Tað hevur stóran týdning at vita, hvat fólk sjálvi halda um sína heilsustøðu, tí tað kann fáa týdning fyri politiskar og fíggjarligar raðfestingar, sigur formaðurin í Fólkaheilsuráðnum.
- Er tað nógvir føroyingar, ið føla seg strongdar, kann tað fáa týdning fyri raðfestingar á ymsum økjum, fyri at nevna eitt dømi.
- Ella eru tað nógv fólk, sum taka heilivág fyri ov høgum blóðtrýsti, er tað ein upplýsingur, sum er verdur at hava, tí næsta stigið kann so vera at spyrja, hvussu tað kann bera til.
- Ella er støðan tann, at ein stórur partur av føroyingum siga, at teir hava tað gott, er tað eisini týdningarmikið at vita, sigur hann. |