3000 tons minni av gulllaksi

Gulllaksaarbeiði á Tavuni í Leirvík hevur verið eitt sindur meiri óstøðugt í seinastuni, enn tá vertíðin byrjaði tíðliga í apríl mánaða í ár

FRAMLEIÐSLA

Gulllaksavirkið Tavan í Leirvík hevur í seinastuni merkt, at minni gulllaksur kemur upp á land í løtuni, enn tá veiðan var best ta fyrstu tíðina av vertíðini.
Tá mest er at gera á virkinum í vertíðini, arbeiða tey vanliga í tveimum langum vaktum á 10 tímar hvør vaktin. Óvanligt hevur heldur ikki verið, at arbeitt hevur verið onkrar leygardagar.
Men í seinastuni hevur tilgongdin av gulllaksi verið minni støðug, og virksemi hevur tí bert verið á virkinum einar 3-4 dagar um vikuna, har tey hava arbeitt í tveimum 8 tímar longum vaktum.

Samanfall
Jóan Magnus Rasmussen, stjóri í Tavuni, sigur, at tað eru tvey samanfallandi viðurskifti sum gera, at minni gulllaksavirksemi hevur verið á virkinum í seinastuni.
- Eitt er, at skipini fáa heldur minni av fiski. Hitt er, at Eysturbúgvin breyt motorin og noyddist úr vinnu.
Stjórin vísir á, at tað hevur gingið hampiligt hjá Steintóri og Vesturbúgvanum, síðan Eysturbúgvin breyt motorin, men kortini hevur veiðan hjá skipunum kanska ikki eydnast heilt so væl, sum tá Eysturbúgvin og Vesturbúgvin partrolaðu saman.
Vanligt hevur verið, at Tavan í Leirvík keypir gulllaksin hjá Polarhavi, Stjørnuni og Eysturbúgvanum, og nú Steintór er makkarin hjá Vesturbúgvanum, hevur virkið í Leirvík keypt fiskin hjá teimum í staðin.
Sum skilst, hava virkir í Sandoy og Suðuroy eisini keypt ávísar nøgdir av gulllaksinum hjá Steintóri.
Vestmenningur, Fram og Vesturbúgvin leggja sína gulllaksaveiði upp til Faroe Pelagic í Kollafirði, har fiskurin verður heilfrystur til útflutnings.

Minni nøgd
Árið í fjør eydnaðist so serstaka væl hjá Tavuni í Leirvík, har virkið setti met, bæði í nøgd og rakstraravlopi.
Jóan Magnus Rasmussen sigur, at meðan tey í fjør virkaðu góð 11.000 tons av gulllaksi, er væntandi, at samlaða nøgdin í ár helst verður eini 8.000 tons.
- Higartil í vertíðini hava vit keypt umleið 5.000 tons, og vit vóna at keypa eini 3.000 tons aftrat, um gongdin verður, sum hon er nú.
Stjórin vísir annars á, at útlit eru til, at hetta verður eitt gott ár – eisini í nøgd – hjá virkinum, tí 8.000 tons er framvegis ein stór ráfiskanøgd.
- Jú, vit eru bjartskygdir. Marknaðarútlitini eru í lagi, og vit vænta, at árið 2010 eisini fer at roynast, sigur Jóan Magnus Rasmussen, stjóri í Tavuni í Leirvík.