31 eru nú smittað í Grønlandi

Ein ávís koronu-hóttan hevur seinastu tíðina hingið yvir grønlendska samfelagnum.

 

 

Seinastu tíðina hevur Grønland havt nakrar tilburðir við koronu, og í løtuni eru tilsamans 31 fólk smittað í landinum. Grønland er velduga stórt landafrøðiliga, og tí hevði tað verið ógvuliga óheppið, um smitta spjaddi seg víða um landið.

 

Sermitsiaq veit at siga, at í dag er enn ein smittutilburður staðfestur í grønlendska høvuðsstaðnum Nuuk. Viðkomandi er smittaður sum partur av kendari smitttuketu í Upernavik. 

 

Tá persónurin fór til Nuuk, visti viðkomandi einki um smittuna í Upernavik. Í Upernavik eru í løtuni fýra smittað, og harumframt hava nú tvey onnur smittað samband við smittuketuna í Upernavik.

 

Landslæknaembætið í Grønlandi hevur heitt á øll ferðandi í flogfarinum úr Upernavik um at fara í sóttarhald og lata seg kanna. Áheitanin snýr seg um fráferðina úr Upernavik hin 20. juli til Ilulissat, og hin 21. juli úr Ilulissat til Nuuk um Kangerlussuaq.

 

- Heitt verður á øll ferðandi á nevndu ferðum um at fara í sóttarhald heima og lata seg kanna á sjeynda degi - ella fyrr,  um fólk hava sjúkueyðkenni, siga tey í Landslæknaembætinum í Grønlandi.