Listaframsýning: Frits í Focus
Í gjár lat upp áhugaverd framsýning við málningum eftir Frits Johannesen í Gallerí Focus. Til høvið spældu Johan Hentze og Tróndur Olesn upp á horn – eisini eitt stykki, sum Frits hevði skrivað – Frits er gamal hornbásari í Fuglafjarðar Hornorkestri, so hann veit, hvat hann hevur við at gera.
Á framsýningini eru 31 glaðir og litríkir málningarnir, sum eisini kunnu síggjast á heimasíðuni www.galeriefocus.com. Onkur motivir ganga aftur, so sum krokudillan, hálvir skjøldrar, kór, næmingar, Salli, bispur og pávin. Men tó – tú troyttast ikki av teimum, tí teir hava hetta óskilduga, fitta og einoygda andlitsbráið og lyndið.
Tó er Niels Midjord komin í gott selskap – Ikki færri enn tríggir Cohen standa rundanum Niels og lýða undrandi á, meðan hann spælir upp á guitar og syngur onkra vísu. Kanska skulu tríggir Leonard Cohen til at taka Niels Midjord í spæli og lagasmíði?
Frits Johannesen, f. 1944, hevur arbeitt sum lærari í fólkaskúlanum og verið kórleiðari í mong ár. Hann hevur sýnt fram á málningaframsýningum síðan 1969 í Føroyum, Danmark, Norra og Svøríki.
Frits hevur listprýtt: Mentanarhúsið, relieff í sementi til skjøldurin á Bønhúsinum á Hellunum, træskurð til Studentaskúlan á Kambsdali, træskurð til sildaverksmiðjuna, træskurð til Hvalvíkar skúla, málað skjøldurin á Fuglafjarðar skúla saman við 10. flokki í myndlist 1997 og eisini prýtt barnagarðin, Stropan á Kambsdali.
Ein løtt og glað framsýning, sum er verd eina vitjan, og tú fert lættur avstað aftur, tó at tú iðrar teg um, at tú ikki kom fyrr, so tú kundi ogna tær handa og hin málningin.
Framsýningin er opin til 24. september, týsdag til fríggjadag kl. 15 til 18, leygardag kl. 16 til 18, eisini opið eftir avtalu.