31 umsóknir um ólavsøkustuðul higartil

Higartil hava 31 grannaløg í Tórshavnar kommunu sent inn umsókn til stuðul til at halda ólavsøku.

Á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu er eitt kort yvir Havnina, har til ber at síggja, hvørji grannaløg hava biðið um pening, og hvussu stór grannaløgini eru. Higartil eru 31 grannaløg skitsað á kortið.

Fáa øll grannaløgini játtað tær 10.000 krónurnar, ið kommunan hevur sett sum evstamark fyri stuðul, merkir hetta, at ólavsøkustuðulin higartil fer at kosta kommununi 310.000 krónur.

Tað er í sambandi við almennu koronutilmælini at kommunan hevur gjørt av at lata stuðul til grannaløg, soleiðis at ólavsøkan í stóran mun kann haldast við hús og ikki niðri í býnum.

Upprunaliga var ætlanin, at grannaløgini kundu brúka peningin at keypa tjøld, ljósperur, grillir og líknandi, men Kringvarpið sigur í dag, at nú er stuðulin avmarkaður til leigu av lutunum ístaðin. Tað ber ikki til at nýta stuðulin til mat og drekka.