320 nýggir covid-19 tilburðir í Grønlandi

Hin 2. januar vórðu 757 koronu-royndir gjørdar í Nuuk, harav 158 vóru positivar. Tað merkir, at talið av nýggjum smittaðum henda dagin var heili 20,9 prosent. 

Síðan seinastu dagføring nýggjársdag eru 320 nýggir koronu-tilburðir staðfestir í Grønlandi.

 

Saman við talinum av aktivum smittaðum, sum er frammanundan, er samlaða talið av covid-19 smittaðum í Grønlandi í løtuni 604.

 

Við 158 nýggjum smittaðum í Nuuk við kanningum hin 2. januar, er greitt, at smittan í grønlendska høvuðsstaðnum hevur verið í stórum vøkstri.

 

Í morgin, týsdagin klokkan 14 grønlendska tíð, verður tíðindafundur um smittustøðuna í Grønlandi.

 

- Ein partur av kanningunum, sum vit nú hava úrslitini av, eru tiknar fyri seinastu dagføring hin 31. desember, men hesar kanningar eru ikki greinaðar fyrr enn nú.

 

Tað siga tey í landslæknaembætinum í Grønlandi.

 

Dentur verður tó lagdur á, at nógv tey flestu, sum nú eru funnin smittað, vórðu kannað hin 2. januar í Nuuk. Henda dagin vórðu 757 royndir gjørdar í Nuuk, harav 158 vóru positivar.

 

Tað merkir, siga tey í landslæknaembætinum í Grønlandi, at talið av smittaðum henda dagin í Nuuk var heili 20,9 prosent.