33 leikarar á pall við nýskrivaðum sangleiki

Ovastevna er um vikuskiftið

Søgnin um kongsdóttirna í Nólsoy livir so leingi, sum fólk for­telja hana. Hvørt mansbarn í Nól­soy kennir søgnina uttanat, men nú verður hon sett á pall, sum sang­leikur. Ovastevnuskráin í ár er rúgvismikil, men aftrat hes­um verður gamla flakavirkið um­skapað til sjónleikarhús.

 

Leikurin tekur støði í søgnini um kongs­dóttrina, sum kom úr Skot­landi til Føroyar og bú­sett­ist í Nólsoy. Hetta er ein sang­leik­ur fyri stór og smá. Spælt verður á gamla flaka­virk­i­num, sum í løtuni er um­skap­að til eitt serligt leikhús. Upp­set­ingin er eitt samstarv mill­um ovastevnunevndina, bygd­a­fel­ag­ið og stigtakararnar.

 

##med2##

 

Royndi leikritahøvundin Gun­vor Reynberg, sum er hálvur før­oy­ing­ur, fekk litið upp í hendir at skriva leikrit til ein sangleik, við út­gangs­støði í kendu søguni um skotsku kongsdótrina í Nóls­oy. Nólsoyingar hava síð­ani gjørt restina. Gunnvør og Hilm­ar Joensen hava týtt hand­rit­ið til føroyskt og kendi tón­leik­arin Kim Hansen hev­ur skrivað tónleikin. Súni Jo­en­sen hevur ljóssniðgivið og Nic­o­laj Falck hevur staðið fyri pall­snið­gev­ing­ini. Gunnvør Joensen hevur leik­stjórn­að.

 

##med3##

 

Umframt hetta búgva flestu leik­ar­nir í Nólsoy ella hava ti­l­knýti til bygdina. Beinta Inge­borg Greve hevur leiklutin sum kongs­dóttir og Magnus Reinert Gása­dal er rossadrongur, unnusti henn­ara.

 

Tó at Nólsoy er gomul sjón­leik­a­r­a­bygd, eru nú nøkur ár síð­ani, at leikarar í bygdini hava ver­ið á palli. Tí gleða fólk seg al­mikið til ovastevnu, at sleppa at síggja leikin.

 

Frumsýning var hósdagin 11. au­gust kl. 17

 

##med4##

 

Sýningar annars:

 

Fríggjadagin 12. august kl. 17

 

Leygardagin 13. august kl. 12:30 og 16.00. Sunnudagin 14. august kl. 18.00

 

##med5##