3,3 milliónir meiri til Skálafjørðin

Fíggjarnevndini er upplýst, at fortreytirnar í sambandi við útgjaldið eigur at verða endurskoðað

Í álitinum frá fíggjarnevndini um fíggjarlóg 2016, sum varð lagt fyri tingið seint í gjárkvøldið, mælir samda nevndin til, at Skálafjarðarsamstarvið, sum er eldrasamstarvið hjá Nes, Runavíkar og Sjóvar kommunum, fær 3,3 milliónir endurrindaðar.

 

Í álitinum sigur samda nevndin soleiðis:

Í oktober 2013 vóru 19 búpláss á Eysturoyar røktar- og ellisheimi (ERE) upptikin av borgarum aðrastaðni frá enn úr kommununum í Skálafjarðarsamstarvinum. Fíggjarnevndin hevur fingið upplýst, at orsøkin til at búplássini á ERE ikki vóru tikin við í upprunaligu uppgerðina frá sept./okt. 2013 var, at tá tann uppgerðin varð latin Fíggjarnevndini, var endalig avtala ikki undirskrivað um, at kommunurnar í Skálafjarðarsamstarvinum skuldu eiga ERE einsamallar. Mett var, at tá aðrar kommunur framvegis áttu lut í og høvdu rætt til búpláss á ERE, bar ikki til at siga, at talan var um búpláss, ið vóru nýtt til búfólk uttanfyri samstarvsøkið. Beint eftir at uppgerðin varð latin fíggjarnevndini, broyttust hesi viðurskifti tó soleiðis, at Skálafjarðarsamstarvið gjørdist einsamallur eigari av ERE. Frá 1. januar 2015, tá ið ábyrgdin av heimatænastu, eldrarøkt v.m. varð yvirtikin av kommununum, má Skálafjarðarsamstarvið tí metast at vera í somu støðu sum onnur samstørv, ið hava búpláss, ið áður vórðu nýtt til búfólk, sum vóru búsitandi uttan fyri samstarvsøkið.

Fyri at tryggja, at Skálafjarðasamstarvið verður javnsett við hini samstarvsøkini, metir fíggjarnevndin, at Skálafjarðasamstarvið skal hava játtan á 3.393.000 kr. Henda játtan svarar til tann lutfalsliga part (19/28), ið Skálafjarðasamstarvið hevði fingið av teimum upprunaliga játtaðu 5 mió. kr., um dagførd uppgerð varð grundarlag fyri útrokningini av býtinum.