333 fleiri nýggir bilar í 2015

Hagtølini hjá Akstovuni siga tað sama: Bilasølan veksur og veksur. Tað hevur nú gjørt í fleiri ár á rað, og soleiðis var 2015 einki undantak.

 

Nú Akstovan hevur gjørt upp sæst, at 2534 akfør tilsamans vórðu seld í ár í mun til 2201 í fjør. Tað merkir eina framgongd upp á góð 15 prosent.

 

Størstu tølini eru sum vera man persónbilarnir. Har er vøksturin tó eitt sindur lakari, sløk 12 prosent. Seldir vóru 1823 persónbilar í ár í mun til 1632 í fjør. Ein munur upp á 191 persónbilar.